- Tíðindi, mentan og ítróttur
Karin, Debes og Jóan Pauli verða heiðrað
Karin Kjølbro, Debes Hammershaimb Christiansen og Jóan Pauli Joensen fáa árliga heiðursmerkið og heiðursbræv frá felagsskapinum Vitanum.
Ikki verður upplýst, hvør er í Vitanum, ella hvør hevur stovnað hann.
Vitin er lagsfelagsskapur, sum fólk hava stovnað, tí tey ásanna, at brúk er fyri at heiðra úrmælingar, sum í verki og við ósjálvsøkni hava framt óvanlig og góð avrik føroysku tjóðini at gagni.
Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringuprýði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis”, sum merkir "stríð fyri altar og grúgvu, fyri hús og heim".
Karin Kjølbro.
Jóan Pauli Joensen.
Uppskot um at skipa heiðursmerki
Uppskot er annars um at skipa eitt heiðursmerki, har Føroyar formliga heiðra fólk fyri merkisvert arbeiði ella gerning, sum gagnar landi, fólki, og tænir Føroyum.
Seks tingfólk tvørtur um samgongu og andstøðu hava lagt uppskotið til samtyktar um tað.
Ynskið er, at løgmansskrivstovan setur eitt arbeiði í gongd um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri tilnevning og val.
Uppskotsstillararnir eru Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristin Michelsen, Helgi Abrahamsen, Christian Andreasen og Bill Justinussen.