16 næmingar hava søkt á Heilsuskúlan

16 næmingar hava søkt á Heilsuskúlan
Arbeiðið sum heilsuhjálpari hevur ikki fingið serliga jaliga umrøðu leingi, og tað ávirkar áhugan fyri útbúgvingini, sigur stjórin á Heilsuskúlanum
Heilsuskúlin fer nú eisini at bjóða útbúgving um netið.
 
16.03.2022 - 13:44

16 næmingar hava søkt inn á Heilsuskúla Føroya í Hovi at byrja eftir summarfrítíðina.

Átta ætla at gerast heilsuhjálpari, og átta ætla at gerast námsfrøðihjálpari, sigur Vivi Kirke Davidsen, stjóri.

Hon sigur, at tað hevur verið vanligt, at fólk bíða við at søkja inn á Heilsuskúlan, til tað er liðið longur út á summarið, og tí væntar hon, at fleiri hava søkt, tá vit eru komin út í juni.

 

Komið í ringt orð

Vivi Kirke Davidsen vísir á, at arbeiðsloysið er lítið, og at tað helst eisini ávirkar áhugan fyri skúlanum.

Og so hevur arbeiðið sum heilsuhjálpari ikki fingið serliga jaliga umrøðu í langa tíð. Tosað hevur heldur verið um vánaliga løn og vánalig arbeiðsviðurskifti. Tað økir heldur ikki um áhugan fyri útbúgvingini, sigur stjórin.

 

Undirvísa á netinum

Heilsuskúlin er farin undir at menna seg til at undirvísa á netinum fyri at økja um áhugan fyri skúlanum.

Útgerð er fingin til vega, so útbúgvingin til heilsuhjálpara á netinum kann byrja í summar. Men nakrar tekniskar broytingar mugu gerast, sum Mentamálaráðið tekur sær av.

Næsta ár er ætlanin, at eisini námsfrøðihjálparar kunnu fara undir at útbúgva seg um netið, sigur Vivi Kirke Davidsen, stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109