Nógv ferðamannaskip til Føroya í ár

Nógv ferðamannaskip til Føroya í ár
Í fjør og fyrraárið komu fá ella eingi ferðamannaskip á Havnina, men í ár koma ikki færr enn 50 skip
Hamburg er fyrsta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina í ár.
 
14.03.2022 - 10:16

50 ferðamannaskip hava boðað frá, at tey koma til Havnar í vár ella summar.

Ferðamannaskipavinnan hevur havt lítið at gera seinastu árini. í 2020 komu fá ella eingi skip á Havnina, og í fjør støðan tann sama. 

Men í ár verður tað, boðar Tórshavnar havn frá. 

Tað fyrsta kemur 9. mai

Fyrsta skipið eitur Hamburg og kemur 9. mai, og síðsta skipið, sum eitur Spitsbergen, kemur til Havnina 4. oktober.  Í tíðarskeiðnum, sum er ímillum, koma 48 onnur skip til Havnar. 

Runavíkar havn boðar frá, at 16 ferðamannaskip koma hagar í ár, og fýra skip koma til Klaksvíkar í summar.

Tað fyrsta skipið kemur 6. juni og tað seinasta 13. september. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109