- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska løgfrøðiútbúgvingin javnsett við ta donsku
Danska løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.
Tað merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.
Tá føroyska rættargangslógin var broytt í 2019, var ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.
Landsstýrismaðurin: Týdningarmikið stig
Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar, er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur løgmálaráðið gjørt av, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal javnsetast við útbúgvingar á donskum universitetum.
- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.