Dregur út at umvæla Bollafabrikkina

Dregur út at umvæla Bollafabrikkina
Umvælingararbeiðið byrjaði í heyst, og tá veðrið batnar, verður tekjan skift
Vindeygu og hurðar eru skift, og arbeiðið at klæða bygningin er komið langt. 
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
14.03.2022 - 15:29

Arbeiðið at umvæla Klaksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, á Stongunum í Klaksvík dregur út.

Arbeiðið at skifta tekju, klædning, vindeygu, úthurðar og eftirbjálva virkisbygningin var boðið út í fjør summar, og umvælingin byrjaði í heyst.

Vindeygu og hurðar eru skift, og arbeiðið at klæða bygningin er komið langt. 

So skjótt sum veðrið batnar, verður farið undir at bjálva og leggja tak á bygningin, skrivar Klaksvíkar kommuna. 

Er á varðveitingarlistanum 

Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930-unum, er á varðveitingarlistanum hjá Klaksvíkar kommunu. 

Hann er 640 fermetrar til støddar og er í tveimum hæddum.

Kostnaðurin fyri arbeiðið verður góðar tríggjar milliónir krónur. 

 

Soleiðis fer Bollafabrikkin at síggja út, tá umvælingin er liðug (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109