Nýggjur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi

Nýggjur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi
Eyð Tausen Magnussen tekur við starvinum í Heilsudeplinum við Skálafjørðin 1. apríl
Eyð Tausen Magnussen er nýggjur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi.
 
11.03.2022 - 11:27

Eyð Tausen Magnussen er sett í starv sum kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi, upplýsir Heilsutrygd.

Hon tók embætisprógv í læknafrøði í januar 2012, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini 1. november fjør.

Eyð Tausen Magnussen arbeiddi tveir mánaðir í Lækahúsinum í Hoyvík, áðrenn hon var sett sum avloysari í viðtaluni, sum Kári Rasmussen hevur arbeitt í í mong ár, og sum hon nú tekur við.

Eyð Tausen Magnussen tekur við starvinum í Heilsudeplinum við Skálafjørðin 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV