- Tíðindi, mentan og ítróttur
Máta nú aftur geislavirkni í Føroyum
Vørn og Tilbúgvingin hava sett útgerð uppaftur, sum mátar geislavirkni.
Tað váttar Oddmar Kruse, tøkningur hjá Vørn.
Stutt eftir kjarnorkuvanlukkuna í Tjernobyl í 1986 setti Tilbúgvingarstovan upp útgerð, sum mátaði geislavirkni.
Útgerðin mátaði geislavirkni í nógv ár, men mátingarnar hildu uppat fyri fyri umleið seks ella sjey árum síðani.
Um ársskiftið kom útgerðin aftur til Føroya, og síðani hevur verið bíðað eftir líkindum at seta hana upp.
Stendur við Veðurstovuna
Mánadagin var byrjað, og mikudagin var útgerðin sett upp við Veðurstovuna í Havn.
Russiska innrásin í Ukraina og hóttanir frá Putin um at brúka kjarnorkuvápn hava ikki havt beinleiðis ávirkan á avgerðina, men Odmar Kruse sigur, at tað hevur skundað sindur um avgerðina.
Ætlanin er, at nýggja útgerðin sum mátar geislavirkni, verður partur av einum europeiskum netverki, sum mátar geislavirkni ymsa staðni í Evropa.
Ætlanin er, at Vørn og tilbúgvingin skulu hava eftirlit við útgerðini.
Oddmar Kruse er tøkningur á Vørn.