Fuglakrím staðfest í Føroyum

Fuglakrím staðfest í Føroyum
Ein svartbakur, funnin á sandinum í Sørvági, hevur fingið staðfest fuglakrím
 
22.02.2022 - 15:33

Fyri aðru ferð, er fuglakrim staðfest í Føroyum. Tilsamans 58 fuglar vórðu kannaðir fyri fuglakrím, ein av hesum var positivur. Talan er um ein svartbak, sum varð funnin deyður á sandinum í Sørvági tann 21. januar 2022, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan í fráboðan. 

 

Vandi

Fuglakrím smittar rættiliga illa flestu fuglar. Tað er sostatt framvegis ein ávísur vandi fyri, at villur fuglur kann smitta við fuglakrím. Tí metir Heilsufrøðiliga starvsstovan, at hon vil tí halda fast í tilmælið um at ansa best møguligt eftir, at heimafuglur ikki kemur í samband við villan fugl.

Ætlanin er at fara undir eina yvirvøku av fuglakrím í villum fugli aftur í vár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV