Semingsstovnurin havt fund við Heilsuhjálparafelagið

Semingsstovnurin havt fund við Heilsuhjálparafelagið
Í morgin verður fundur við KAF, men ikki er greitt, nær semingsroyndin byrjar
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2022 - 15:36

Semingsstovnurin hevur tvær sáttmálatrætur at greiða.

Stovnurin hevur í dag havt fund við Heilsuhjálparafelagið, og í morgin hittir hann Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF. 

Ikki er greitt enn, nær semingsroyndin millum Heilsuhjálparafelagið og KAF byrjar.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar eru millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Sáttmálin teirra millum var galdandi til 1.oktober fyrraárið.

Semingsstovnurin hevur í dag fingið tilfar frá Kost- og føðslufelagnum, men eingin fundur er avtalaður við partarnar enn, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477