- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður doyði um borð á Suðringi

Ein maður doyði um borð á Suðringi sunnunáttina.
Um hálvgum eitt tíðina sunnunáttina fekk Sjóbjargingarstøðin fráboðan um, at ein maður var fallin í óvit um borð á trolaranum Suðringi, sum var 100 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.
Onnur tyrlan hjá Atlantic Helicopters fór til Suðring, men maðurin fekst ikki upp í tyrluna, tí skipið livdi so nógv.
Suðringur fór síðani at sigla móti landi.
Doyði á veg til lands
Ætlanin var at royna aftur við tyrluni, men tá var maðurin, sum var útlendingur, deyður. Hann var síðst í fjørutiárunum.
Løgreglan hevur boðað myndugleikunum í landinum, haðani maðurin var, frá, so teir kunnu geva teimum avvarðandi deyðsboðini.
Suðringur kom á Havnina seint seinnapartin í gjár.