Partarnir hitta semingsstovnin aftur í annaðkvøld

Partarnir hitta semingsstovnin aftur í annaðkvøld
Semingsuppskotið var vrakað, men partarnir viðgera nú hvør sær møguligar loysnir
Semingsuppskotið hjá semingsstovninum var vrakað, og partarnir arbeiða nú hvør sær við møguligum loysnum, sum verða lagdar fyri semingsstovnin í annaðkvøld.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2022 - 12:59

Ljósmøðrafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hitta semingsstovnin aftur í annaðkvøld at viðgera tær loysnir, sum partarnir hvør sær nú arbeiða við.

Tað upplýsir Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjár, varð vrakað. Terji Sigurðsson segði við útvarpið í gjárkvøldið, at tað serliga eru krónur og oyru, sum skilja partarnar.

Avtalað var við partarnar í gjár, at teir fóru hvør sær at viðgera møguligar loysnir. 

Semingsmenninir hava havt samband við báðar partarnar hvør sær fyrrapartin, og avtalað er, at partarnir skulu hitta semingsstovnin aftur í annaðkvøld.

Sáttmálin hjá ljósmøðrunum fór úr gildi 1.oktober 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV