- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gevast at kanna við landamarkið 1. februar
Gevast at kanna við landamarkið 1. februar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.01.2022 - 17:50
Frá 1. februar skulu ferðandi ikki longur lata seg kanna við landamarkið. Tað merkir eisini, at kravið um, at ferðandi skulu rinda 250 krónur við markið fyri kanningina, verður slept.
Kunngerðin var lýst fyrradagin.
21. desember í fjør var løgtingslóg sett í gildi um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroya.
17. januar segði Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, at tað gevur ikki longur meining at kanna við landamarkið, og tí skuldu kanningarnar takast av.
Nú er kunngerðin broytt hesum viðvíkjandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV