Fyrireika nú arkitektakapping um tjóðleikhúsið

Fyrireika nú arkitektakapping um tjóðleikhúsið
Ein kapping hevur staðfest, at tjóðleikhúsið skal vera á Bursatanga í Havn
Nú verður arkitektakapping um nýggja tjóðleikhúsið, upplýsti landsstýrismaðurin í mentamálum, tá mentanarheiðurslønirnar vóru latnar í gjárkvøldið.
Mynd: Savnsmynd  
 
20.01.2022 - 08:32

Mentamálaráðið er nú farið undir at fyrireika arkitektakappingina um tjóðleikhúsið.

Haraftrat verður ferð sett á arbeiðið at útvega endaliga fígging.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, tá mentanarvirðislønir landsins vóru latnar í gjárkvøldið.

Hann segði, at býráðið í Havn vildi gera eina útbjóðing um alt eystara havnarøkið fyrst.

Skal vera á Bursatanga

Ein kapping hevur staðfest, at tjóðleikhúsið skal vera á eystara havnarøki, á Bursatanga.

Kappingin hjá býráðnum um havnarøki er nú sum skilst liðug.

Jenis av Rana segði seg síggja fram móti degnum, tá mentanarvirðislønirnar kunnu latast í tjóðleikhúsinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109