- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara seks varðhaldsfangar í Mjørkadali
Bara seks varðhaldsfangar í Mjørkadali
So fáir hava ikki verið síðani 2019
20.01.2022 - 09:32
Í løtuni hevur politiið seks varðhaldsfangar í Mjørkadali.
So fáir hava ikki verið síðani 2019.
Í Mjørkadali eru 14 pláss.
Seinastu tíggju árini eru 22 varðhaldsfangar fluttir úr Føroyum til Danmarkar at sita í varðhaldi.
Í allarflestu førum var orsøkin, at atburðurin hjá fangunum setti trygdina í Mjørkadali undir trýst.
Men í fýra førum máttu varðhaldsfangar flytast til Danmarkar, antin tí pláss var ikki fyri teimum í Mjørkadali, ella tí politiið bað um tað, upplýsti danska Løgmálaráðið í fjør summar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV