- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kletturin ruddaður burtur
Kletturin ruddaður burtur
Mynd: Dávid Chung.
19.01.2022 - 14:06
Ferðslan á vegnum beint sunnan fyri Sundsverkið var tarnað um middagsleitið, tí ein klettur ruddi oman á vegin.
Ein bilførari, sum sá stóra klettin koma rullandi omaneftir, boðaði løgregluni frá.
Kletturin var á stødd við ein miðalstóran persónbil.
Fólk hjá Landsverki fór á staðið og ruddaði klettin burtur, og nú gongur ferðslan aftur sum vant.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV