- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskot kemur seinnapartin
Semingsuppskot kemur seinnapartin
Partarnir fáa til í morgin at taka støðu til semingsuppskotið

Semingsmenninir ætla at leggja semingsuppskot fyri partarnar seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.01.2022 - 10:53
Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið er nú komin so langt, at semingsuppskot verður lagt fyri partarnar seinnapartin.
Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum.
Eftir ætlan fáa partarnir tíð til í morgin at taka støðu til semingsuppskotið.
Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum fóru úr gildi 1. oktober í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV