- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndin byrjar í dag
Semingsstovnurin fer nú undir semingsroynd millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Samráðingarnar slitnaðu mánadagin, og eftir ynski frá arbeiðsgevarunum vórðu boð send eftir Semingsstovninum.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at partarnir koma klokkan 15 í dag. Hann hevur annars ikki hug at gera viðmerkingar til samráðingarnar beint nú, men tað er greitt, at tað er lønarspurningurin, sum skilir partarnar.
Samráðingarnar gingu væl
Mánadagin segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í tíðindaskrivi, at samráðingarnar høvdu gingið væl, til felagið legði sítt krav um lønarhækkingar fram. Tá steðgaði alt upp, og eftir ynski frá arbeiðsgevarunum varð Semingsstovnurin boðsendur, segði Súni Selfoss.
Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vórðu sagdir upp til 1. oktober.
Galdandi sáttmálar eru í gildi, til partarnir hava vrakað eitt møguligt semingsuppskot, ella semingsstovnurin hevur kastað frá sær.