- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erdogan dregur í land
Turkiski forsetin, Erdogan, dregur nú í land í málinum um 10 sendiharrar, sum hann um vikuskiftið gav boð um at senda úr landinum. Teirra millum var danski sendiharrin, skrivar danska kringvarpið.
Eftir ein stjórnarfund í Ankara í gjárkvøldið var forsetin ikki so avgjørdur, men segði, at sendiharrarnir eiga at vísa hógv í síni framferð.
- Eingin kann vera í Turkalandi, sum ikki virðir landið, segði hann sambært Reuters.
Stríð tók seg upp, eftir at 10 lond heittu á turkiska forsetan, um at lata ein andstøðing leysan.
Forsetin segði í gjárkvøldið, at tey 10 londini høvdu broytt støðu í gjár, og tað gjørdi viðurskiftini betri.
Hann vísti á, at átta av teimum 10 londunum høvdu skrivað á Twitter í gjár, at tey virdu og vildu halda greinarnar í Wiener-sáttmálanum, um at sendiharrar ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í vertslandinum.