- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygdaleiðir koyra nú eisini til Bíggjar og Gásadals
4. oktober fara Bygdaleiðir í Vágum eisini at koyra til Bíggjar og Gásadals, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.
Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin fyri leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø og Gásadali á ávísum túrum, sum frammanundan eru millum Sørvág og Havnina.
Fyribils verða túrarnir til Gásadals og úr Gásadali tilkallitúrar. Boðast skal frá í seinasta lagi tveir tímar fyri fráferð úr Gásadali. Tey, sum ætla sær við morguntúrin úr Gásadali, skulu boða frá í seinasta lagi klokkan 19 kvøldið fyri.
Sami prísur
Kostnaðurin at koyra til Gásadals og Bíggjar er tann sami sum aðrastaðni í Vágum. Sostatt fer tað at kosta 20 krónur fyri vaksin at koyra millum hesar bygdir og t.d. Sørvág.
Strandferðslan sigur, at eftir ætlan koma Gásadalur og Bøur við í nýggju summarferðaætlanina hjá Bygdaleiðum næsta ár. Tá verða eisini fleiri túrar, og ávísar túrar verður ikki neyðugt við tilkalling úr Gásadali.
Meiri fæst at vita um koyringina til Gásdadals og Bíggjar her.