- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm broytingar í føroysku uppstillingini
Fimm broytingar eru gjørdar í føroysku byrjanaruppstillingini til dystin móti Liktinstein í kvøld.
Í mun til dystin ímóti Íslandi fríggjakvøldið eru fimm nýggir mans í byrjanaruppstillingini hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.
Tórður Thomsen avloysir Teit M. Gestsson í málinum og fær sín fyrsta landsdyst síðan 2014. Í verjuni kemur Jóannes Kalsø Danielsen inn fyri Gilla Rólantsson, sum væntað, og Hørður Askham avloysir Odmar Færø í miðverjuni.
Á miðjuni eru eisini broytingar. Heðin Hansen, sum er við aftur í hópinum eftir sóttarhald, spælir á plássinum hjá Jákupi B. Andreasen, og Klæmint A. Olsen byrjar inni fyri Hall Hansson.
Tað merkir, at NSÍ-framherjin verður fremsti maður, meðan Jóan Símun Edmundsson annaðhvørt spælir á høgra veingi ella aftanfyri Klæmint A. Olsen í álopinum.