Fara nú at bjarga Hellutanga

Fara nú at bjarga Hellutanga
Tað verður eitt drúgt arbeiði at fáa fóðurflakan aftur at flóta, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna
Hellutangi fór á land á Víkum í Vágum í apríl
 
28.05.2021 - 09:37

Arbeiðið at bjarga fóðurflakanum, Hellutanga, byrjar í dag, skrivar Vágaportalurin.

Tað er kyrt á Víkum í dag, og tí eru kavarar og onnur farin á staðið norðantil í Vágum, har fóðurflakin Hellutangi fór á land í apríl.

Atli Gregersen, sjóri í Luna, sum eigur flakan, sigur við Vágaportalin, at tað verður eitt drúgt arbeiði at fáa Hellutanga aftur at flóta.

- Luft skal pumpast í rúmini undir dekkinum og soleiðis seta trýst á, og vónandi fáa sjógvin úr og flakan at flóta, sigur Atli Gregersen.

Fyri at tað skal eydnast, verður dekkið eisini eyka styrkt, sigur hann við Vágaportalin.

Atli Gregersen sigur, at tað er stórarbeiði, sum nú byrjar, og hann veit ikki, nær arbeiðið verður liðugt, og Hellutangi kann fáast burtur.

Ongin fiskur verður settur út á Víkum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805