- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í Sandoyartunlinum
Eldur er fyrrapartin kyknaður inni í Sandoyartunlinum. Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at løgreglan í løtuni roynir at fáa yvirlit yvir støðuna. Meira enn tað kann hann ikki siga.
Ein tíðindamaður hjá útvarpinum, sum fór við Ternuni klokkan 11:15, greiðir frá, at bilar vórðu koyrdir í land aftur, so pláss var fyri sløkkiliðsbili.
Klokkan 11:35 fór bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways úr Havn í Sandoynna. Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði, sigur, at seks roykkavarar fóru við tyrluni.
Tvey fólk inni í tunlinum
– Roykur kemur úr tunlinum, og støðan tykist eitt sindur óviss í løtuni, sigur Jógvan Skeel Nolsøe, tíðindamaður hjá útvarpinum, sum er staddur við tunnilsmunnan.
Eldur kom í eitt aggregat 1.500 - 2.000 metrar inni í tunlinum sandoyarmegin. Tvey fólk eru ikki fingin úr tunlinum, greiddi hann frá í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.
Myndugleikarnir kundu klokkan 12:30 ikki siga meira um støðuna.