Haraldssund fingið umhvørvisgóðkenning

Haraldssund fingið umhvørvisgóðkenning
Ætlaða vinnuøkið í Haraldssundi hevur fingið umhvørvisgóðkenning við treytum
 
05.04.2021 - 09:34


Ætlaða útfyllingin til vinnuøki í Haraldssundi, skal hava umhvørvisgóðkenning. Ta metingina hevur Umhvørvisstovan gjørt, tí plastikk frá spreingileidningum hevur ávirkan á umvhørvi. Kunoyar kommuna søkti beinanvegin, og nú hevur kommunan fingið umhvørvissgóðkenningina.  

Í umhvørvisgóðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir um, hvussu arbeiðið skal fara fram, serliga um mannagongdir, sum skulu fyribyrgja, at spreingileidningar enda úti í náttúruni. 

Kunoyar kommuna ætlar at gera eina útfylling á uml. 1.350 m2. til vinnuøki. Til hetta skulu uml. 10.000 m3 av gróti brúkast. Grótið fæst til vega úr tunlunum norður um fjall. Fylt verður út norður úr økinum har verandi bátahylur er, einar 45 m, og upp til 30 m út frá verandi sjóvarmála, út á sjey metra dýpi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095