- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin viðger grovt neyðtøkumál í seks dagar
Føroya Rættur fer í næstu viku viðgera eitt neyðtøkumál, ið sambært ákæruritinum má metast at vera av grovasta slag.
Ein persónur er ákærdur eftir serligu greinini í revsilógini, har neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella talan er um serliga skerpandi umstøður. Revsiramman er 12 ára fongsul.
Sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar farnar fram í umleið hálvt triðja ár, frá 2017 til 2019.
Yngri enn 15 ár
Hetta tíðarskeið skal ákærdi maðurin hava kynsliga misnýtt ein drong, ið var yngri enn 15 ár, tá misnýtslan byrjaði.
Talan er bæði um neyðtøku og annað kynsligt samband, og sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar framdar fleiri enn 50 ferðir.
Maðurin er ákærdur eftir fleiri ásetingum í grein-216 í revsilógini, sum snýr seg um neyðtøku.
Hann er ákærdur fyri at hava noytt dreingin til samlegu við harðskapi, ella hóttan um harðskap.
Hann er ákærdur fyri at hava skaffað sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil. Og ákæruvaldið ákærir hann eisini eftir stk.3 í somu grein, har ásett verður, at revsingin kann hækka upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar á annan hátt eru serliga skerpandi.
Ákærdur eftir strangastu grein
Av tí at brotsgerðirnar sambært ákæruritinum byrjaðu, tá drongurin var yngri enn 15 ár, er maðurin eisini ákærdur eftir strangastu áseting í grein-222 í revsilógini, sum snýr seg um kynsliga misnýtslu av børnum, og har talan er um, at gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum. Eisini her er revsiramman 12 ár.
Aftrat ákæruni um neyðtøku, er maðurin í øðrum lagi ákærdur fyri blúnisbrot, og fyri at hava barnaporno í varðveitslu.
Umframt at hava neyðtikið eina drongin, er maðurin ákærdur fyri onnur kynslig brotsverk móti tveimum øðrum dreingjum. Hesar ákærur ganga heilt aftur til 2015.
Føroya Rættur hevur sett seks dagar av til rættarmálið móti manninum.