- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir føroyingar til EM í amboðsfimleiki
Tríggir føroyingar til EM í amboðsfimleiki
Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen skulu við danska landsliðnum í amboðsfimleiki til EM í Sveis í apríl
Mynd: Føroya Fimleikasamband
16.03.2021 - 17:28
Tríggir av sjey fimleikarum sum skulu umboða danska landsliðið í amboðsfimleiki til EM í Sveis eru føroyingar.
Talan er um Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen, sum eru tikin út til kappingina, sum verður í Basel um miðjan apríl.
Astrið Nanly Breckmann og Rani Allansson Dalsgarð umboða Havnar Fimleikafelag, meðan Aron Djurhuus Jacobsen umboðar danska felagið, Gefion.
- Vit eru sera errin av, at trý av teimum sjey eru úr Føroyum, skrivar Havnar Fimleikafelag á facebook.
- Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fylgja tykkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV