Andstøðan umrøður tilfeingisgjaldið

Andstøðan umrøður tilfeingisgjaldið
Ikki greitt, um landsstýrismaðurin fær svar í dag
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og hini í andstøðuni umrøða í løtuni um tilfeingisgjald, sum tey hava fingið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2021 - 13:01

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, umrøða í dag uppskotið um tilfeingisgjald, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi flokkunum í fyrrakvøldið.

Flokkarnir eru ikki lidnir at umrøða uppskotið, og tí er ikki greitt, hvat teir fara at svara.

Flokkarnir vilja hvør í sínum lagi hava broytingar í uppskotinum, sum landsstýrið hevur gjørt, og tí ber ikki til at siga, um andstøðuflokkarnir saman, ella hvør sær, fara at svara Jørgeni Niclasen.

So langt er umrøðan ikki komin enn, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vildi ikki siga í gjár, hvussu langt, hann hevur toygt seg, fyri at ganga andstøðuni á møti. Ruth Vang vil heldur ikki siga, hvat stendur í uppskotinum frá landsstýrismanninum.

Jørgen Niclasen hevur biðið andstøðuflokkarnar um svar í dag, men enn er ikki greitt, um teir svara í dag, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366