- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stigtakari: Føroyingar eiga sjálvir at gjalda
Tað skrivar Kristeligt Dagblad. Í løtuni er tað danski staturin, sum rindar, tá føroyingar verða koppsettir, men hetta eigur at verða broytt, heldur stigtakarin.
– Eg haldi, tað er ósømiligt at ríkisfelagsskapurin skal gjalda fyri koppsetingina. Vit eru ikki eitt menningarland, og kunnu sjálvi gjalda.
Tað sigur Carl Jóhan Jensen, sum hevur tikið stig til, at fólk sjálvi skulu rinda fyri koppsetingina - og ikki danski staturin, sum tað er í løtuni.
Kostnaðurin higartil sjey milliónir
Uppskotið hjá Carl Jóhan Jensen er, at fólk kunnu rinda eina samsvarandi upphædd til Kræftens Bekæmpelse ella aðrar líknandi, danskar hjálparfelagsskapir.
Rokningin fyri koppsetingarnar, sum Føroyar higartil eru slopnar undan, ljóðar uppá slakar sjey milliónir krónur, sambært Ritzau.
Leygardagin høvdu tilsamans 2.912 fólk í Føroyum fingið fyrstu koppsetingina. Hetta svarar til 5,5 prosent av fólkunum her í landinum.