Stórt rúsevnamál: Fongslaður í fýra vikur

Stórt rúsevnamál: Fongslaður í fýra vikur
Maðurin, varð handtikin á bústaði sínum í Havn í gjár, var í grundlógaravhoyring seinnapartin
Dómarin avgjørdi, at grundlógaravhoyringin skuldi vera fyri afturlatnum hurðum
 
12.01.2021 - 16:04

Ein 23 ára gamal maður er í Føroya rætti seinnapartin varðhaldsfongslaður í fýra vikur í einum máli um rúsevni, meðan málið verður kannað. Talan er um meira enn tvey kilo av rúsevnum.

Maðurin varð handtikin á bústaði sínum í Havn í gjár, har løgreglan fann stórar nøgdir av rúsevnum. 

Tá maðurin varð handtikin, hevði hann eitt kilo av amfetamini, 700 gr. av MDMA,  180 gr. av kokaini og 400 gr. av hassji í varðveitslu.

Tá hann varð handtikin, sló maðurin við knýttum neva ein løgreglumann í høvdið fleiri ferðir, so hann fekk skaða. 

Løgreglan fann eisini eina avsagaða byrsu og 12 patrónir hjá skuldsetta manninum.

Noktar seg sekan

Maðurin noktar seg sekan í at hava rúsevnini í varðveitslu og fyri at hava framt harðskap. Hann játtar at hava byrsuna í varðveitslu, men skuldsetti eigur ikki byrsuna, segði verjin.

Ákæruvaldið kravdi mannin varðhaldsfongslaðan, so hann ikki skal ávirka kanningararbeiðið í málinum, og tí at aðrir gerningsmenn, sum eru uppi í málinum, ganga leysir, segði ákærin.

Ákæruvaldið kravdi eisini, at grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.

Verjin hjá manninum mótmælti, at dyrnar vórðu latnar aftur.

Úrskurðurin hjá dómaranum var, at grundlógaravhoyringin skuldi vera fyri afturlatnum hurðum, tí talan er um so stóra nøgd av rúsevnum, og at aðrir persónar, sum eru partur av málinum, ganga leysir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477