Skuldsett kvinna bíðar eftir úrskurði

Skuldsett kvinna bíðar eftir úrskurði
Ein kvinna, sum er skuldsett fyri at stinga sambúgvan nýggjársnátt, er leyslatin aftur
 
04.01.2021 - 10:49

Kvinnan, sum er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nýggjársnátt, bíðar nú eftir úrskurði frá Eystari landrætti. Føroya rættur avgjørdi í gjár at lata kvinnuna leysa.

Men ákæruvaldið sendi tann úrskurðin til landsrættin. Ákæruvaldið vil hava kvinnuna varðhaldsfongslaða í tvær vikur afturat, meðan kanningarnar verða gjørdar lidnar.

Fólkini búgva í Vágum. Kvinnan, sum er 35 ára gomul, er skuldsett fyri at stinga mannin nakrar ferðir um allan kroppin. Hann var tó ikki í lívsvanda. Kvinnan er skuldsett fyri drápsroynd, ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477