- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyta gravarfrið fyri Estoniu
Broyta gravarfrið fyri Estoniu
Svenska stjórnin fer at broyta lógina um gravarfrið, so at kavarar kunnu kanna vrakið av Estoniu av nýggjum

19.12.2020 - 09:23
Svenska stjórnin fer at broyta lógina um gravarfrið, so at kavarar kunnu kanna vrakið av Estoniu av nýggjum.
Tað skrivar Danmarks Radio.
Hetta kemur eftir at svenska skaðanevndin hevur biðið um eina nýggja kanning av Estoniu, sum sakk í 1994.
Í heyst vístu sjónbandamyndir eitt fýra metrar langt hol í skrokkinum á Estoniu, sum myndugleikarnir ikki vistu um áður.
852 fólk lótu lív í vanlukkuni náttina millum 27. og 28. september, tá Estonia var áveg úr Tallinn til Stokkholms.
Ein altjóða skaðanevnd segði í 1997, at orsøkin til at Estonia sakk var, at bógportrið loysnaði, meðan skipið sigldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV