Løgtingið farið í jólafrí

Løgtingið farið í jólafrí
Fíggjarlógin varð avgreidd í gjárkvøldið, men neyðugt varð at atkvøða upp á gamla mátan
Andstøðan hevði 28 broytingaruppskot til triðju viðgerð av fíggjarlógini. Tey fullu øll. Samgongan hevði seks broytingaruppskot, og tey vórðu øll samtykt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2020 - 08:54

Løgtingið er farið í jólafrí.

Tað hendi klokkan tíggju minuttir yvir tíggju í gjárkvøldið, tá ið fíggjarlógin fyri 2021 varð endaliga samtykt.

Tað kundi verið fyrr, tí aftur í gjárkvøldið sveik tann talgilda atkvøðugreiðslan, so neyðugt bleiv at atkvøða upp á gamla mátan, t.e. er at tingfólk reisa seg.

Nógv broytingaruppskot vóru til triðju viðgerð í gjárkvøldið.

Andstøðufólk høvdu 28 uppskot, og samgongan hevði seks uppskot.

Øll andstøðuuppskotini fullu, men uppskotini frá samgonguni vórðu samtykt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389