Krevja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina

Krevja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina
Nólsoyingar savna undirskriftir, sum verða handaðar landsstýrismanninum í samferðslumálum í morgin
Ternan er til 40 ára klassing á Klaksvíkar sleipistøð, og fer ikki í sigling aftur í ár. Nólsoyingar krevja, at nýggja ferjan verður líka stór sum Ternan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2020 - 11:19

Nólsoyingar hava tikið stig til at savna undirskriftir, har kravt verður, "at tað beinanvegin verður farið undir at byggja nýggja og hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð - samstundis sum farleiðin skal tryggjast her og nú," stendur í skrivinum, sum fylgir við undirskriftunum.

Tey skriva eisini:

"Síðstu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu. Vit vita ikki, nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki, nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara.

Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit, at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin.

Nýggja ferju

Vit mugu fáa nýggja ferju til Nólsoyarleiðina - annars er bygdini ikki lív lagað. Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju - á stødd við Ternuna - og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Ferjan skal sjálvsagt lúka øll nútímans krøv eisini til fólk við rørslutarni.

Landsstýrið kann ikki bíða til 2025 at seta pengar av til nýbygging av ferjum. Nøktandi samband skal tryggjast," stendur í skrivinum.

Undirskriftirnar verða handaðar Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389