- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Grønland atlimaskap í WHO
Føroyar og Grønland atlimaskap í WHO
Útnorðurráðið mælir íslendsku stjórnini og landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi at virka fyri tí

Hesi umboða løgtingið í Útnorðurráðnum
17.12.2020 - 14:49
Føroyar og Grønland eiga at fáa atlimaskap í heimsheilsustovninum WHO.
Tað heldur Útnorðurráðið, sum mælir stjórnini í Íslandi og landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi at virka fyri tí.
Føroyar og Grønland eru í onkrum førum við á fundum hjá WHO, men tá sum partur av donsku sendinevndini.
Sambært viðtøkunum hjá WHO kunnu Føroyar og Grønland søkja um atlimaskap.
Føroyski limaskapurin í Útnorðurráðnum kostar góðar 530.000 kr. næsta ár.
Føroyar gjalda ein fjórðing av tí, sum Útnorðurráðið kostar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV