- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingaruppskot um størri og minni játtanir
Tvær milliónir kr. verða settar av á fíggjarlógini næsta ár til nýgerð av landsvegnum við Sandslíð. Tað samtykti løgtingið við triðju viðgerð av fíggjarlógini í gjárkvøldið.
Samgongan kom við einum broytingaruppskoti. Tvær milliónir verða fluttar frá langtíðarløguætlan landsstýrisins fyri 2022 til 2021. Tað merkir, at játtanin til vegagerð við Sandslíð fyri 2022 lækkar tvær milliónir, úr 18 milliónum niður í 16 milliónir kr.
Ætlaða upphæddin fyri 2023 verður verðandi óbroytt, 18 mill. kr.
Minni til dagføring
Løgtingið samtykti eisini, at játtanin til dagføring av brúm og tunlum skal lækka 500.000 kr.. og játtanin til trygdartiltøk, størri ábøtur og umvælingar lækkar eisini 500.000 kr.
Harumframt verður játtanin upp á fimm milliónir kr. til Funningsfjarðarvegin, ið varð samtykt við aðru viðgerð, lækkað 250.000 kr., og játtanin til Selatraðarvegin upp á tvær milliónir lækkar 300.000 kr.
Játtanin til tunlar norður um Fjall lækkar eisini eina millión, úr 100 milliónum niður 99 milliónir krónur.
Við aðru viðgerð varð samtykt at játta fimm milliónir kr. til lendingarnar í Svínoy, men tann játtanin lækkar 250.000 kr.
Samstundis er játtanin sum heild til tað virksemið, sum eitur havnir, hækkað tvær milliónir kr.
Nýtt fyribilstjald
Við aðru viðgerð varð samtykt at játta 2,5 milliónir kr. til at fyrireika og projektera aulu í Tekniska skúla í Klaksvík, men hendan játtanin lækkar nú 300.000 kr.
Løgtingið samtykti eisini, at Glasir skal fáa eina millión krónur afturat. Peningurin fer til timburdeildina, sum skal útvega sær eitt nýtt og tryggari fyribilstjald, til avgerð er tikin um eina endaliga loysn.