Løgtingið ætlar sær í jólafrí í kvøld

Løgtingið ætlar sær í jólafrí í kvøld
Seks mál eru eftir at avgreiða, teirra millum fíggjarlógin fyri 2021
Seks mál eru eftir at avgreiða í tinginum, og løgtingsformaðurin ætlar, at tingið skal fara í jólafrí, tá málini eru avgreidd í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2020 - 15:51

Løgtingið fer nú undir 3. og endaligu viðgerðina  av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. 

Um trý tíðina sleit Jógvan á Lakjuni, tingformaður, løgtingsfundin, sum byrjaði klokkan 10 í morgun. Samstundis vórðu tvey mál frá Tjóðveldi um yvirtøkur tikin av skránni. 

Hálvan tíma seinni byrjaði nýggjur fundur, har løgtingsformaðurin boðaði frá, at hann hevði fingið áheitan frá øllum flokkum um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at seks mál kunnu avgreiðast í dag, umframt fíggjarlógaruppskotið. 

Neyðugt varð ikki at biðja um frávik fyri fíggjarlógini, tí 2. viðgerð var mánadagin, og fíggjarlógin lykur tí treytirnar fyri at fara til 3. viðgerð í dag. 

Millum tey málini, sum eitt einmælt løgting gav undantak at viðgera í dag, eru leingjan av tíðaravmarkaða avgjaldinum á ferðandi við komu til Føroya, fíggjarligur stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík og broytingar í sjófeingislógini.

Tingfundur verður aftur klokkan 16. 

Sum skilst er ætlanin, at løgtingið skal fara í jólafrí longu í kvøld, tá málini, sum nú er eftir at viðgera, eru avgreidd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389