- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um at yvirtaka løgregluna og landslæknan
Løgtingið skal í dag atkvøða um tvær yvirtøkur.
Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan; landslæknan longu á ólavsøku næsta ár og politiið 1. januar í 2022.
Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði.
Tað verður mett at kosta 120 mió. kr. í 2022 at yvirtaka politiið.
Og tað verður mett at kosta 4,9 mió. kr. at yvirtaka millum annað landslæknan, sigur Tjóðveldi.
Uppskotini falla helst
Men alt bendir á, at uppskotini bæði falla. Tí tey hava ikki undirtøku í øðrum flokkum.
Allir í Uttanlandsnevndini uttan Høgni Hoydal mæla frá at samtykkja yvirtøkurnar.
Uppskotini hava verið leingi á veg. Tey vórðu løgd fram beint eftir ólavsøku.
Í álitinum hjá Uttanlandsnevndini stendur millum annað, at Politistafelagið ikki vil hava yvirtøkuna nú.
Politistar stúra fyri, hvussu verður við pensjónsviðurskiftum, eftirútbúgvingarmøguleikum og øðrum, um málsøkið verður yvirtikið.
Tingfundurin í dag er kl.10.