- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vardi bústaðurin á Mýrini í tinginum í dag
Vardi bústaðurin á Mýrini í tinginum í dag
Bústaðurin er ætlaður fólki við menningartarni, og hann skal kosta í mesta lagi 46 mió. kr.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, eigur uppskotið um at byggja bústaðir á Mýrini í Hoyvík
15.12.2020 - 09:27
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, um vardan bústað á Mýrini í Hoyvík.
Byggjast skal bústaður í trimum eindum við plássi fyri seks fólkum í hvørjari eind. Íbúðirnar í tveimum eindum verða 40-50 fermetrar.
Í triðju eindini eru íbúðirnar 55 fermetrar.
Bústaðurin er ætlaður fólki við menningartarni.
Hann skal kosta í mesta lagi 46 mió. kr.
Tingfundurin í dag er kl.10.00, og átta atkvøðugreiðslur eru eisini á dagskránni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV