Fíggjarlógin samtykt

Fíggjarlógin samtykt
Løgtingið samtykti uppskotið um fíggjarlóg 2021 stutt fyri midnátt
 
15.12.2020 - 06:31

Klokkan var fimm minuttir yvir ellivu í gjárkvøldið, tá løgtingið samtykti uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021.

Frammanundan vóru broytingaruppskot hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum feld, og broytingaruppskotið hjá samgonguni bleiv samtykt. Og so var bara eftir at atkvøða um sjálvt uppskotið um fíggjarlóg.

So nógv var at siga um fíggjarlógina, og harafturat varð neyðugt at útseta orðaskiftið eitt skiftið, tí tøknin í tinginum sveik, so onnur mál, sum vóru í skránni, sluppu ikki framat.

Triðja viðgerð um fíggjarlógina verður í morgin, mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389