Atkvøða um fíggjarlógina í dag

Atkvøða um fíggjarlógina í dag
Tingfundurin er útsettur til klokkan 14, tí Smyril hevur tekniskar trupulleikar
Nú fíggjarlógin er komin úr fíggjarnevndini, veksur hallið 41 mió. kr., upp í 213 mió. kr.
 
14.12.2020 - 09:08

Løgtingið fer at atkvøða um fíggjarlógina fyri 2021 í dag.

Onnur viðgerð er fyrst í skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 14. 

Tingfundurin skuldi vera klokkan 11, men hann er útsettur, tí Smyril sigldi ikki fyrsta túrin í morgun. Hann hevur tekniskar trupulleikar.

Fíggjarnevndin kom við áliti sínum fríggjadagin.

Í tí eru nógv broytingaruppskot. Hallið er 41 mió. kr. størri enn tað var hjá landsstýrinum. Sambært álitinum er hallið 213 mió. kr.  

Tingið skal eisini atkvøða um onnur uppskot í dag, millum annað um Fjøruvegin í Runavíkar kommunu.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512