Veiðigjaldið tað sama næsta ár sum í ár

Veiðigjaldið tað sama næsta ár sum í ár
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum
 
11.12.2020 - 06:29

Fíggjarnevndin fekk uppskotið 8. oktober, og í gjár kom álitið. Nevndin hevur tó ta broyting, at tilskilað verður, at veiðigjaldið fyri botnfisk er fyri botnfisk, sum er fiskaður í Barentshavinum.

Veiðigjøldini eru 1,50 krónur fyri kilo av makreli, 60 oyru fyri norðhavssild, 25 oyru fyri svartkjaft og 50 oyru fyri kilo av botnfiski í Barentshavinum.

Hetta eru somu gjøldini, sum hava verið síðani 2018. Heimaflotin er undantikin veiðigjaldinum eins og undanfarin ár. Ein arbeiðsbólkur ger í løtuni eitt uppskot um nýtt tilfeingisgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389