Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum

Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum
Hækkingin er mett at geva landskassanum 11,5 mió. kr.
Hækkaðu heilsutrygdargjøldini geva landskassanum 11,5 mió. kr.
 
11.12.2020 - 11:43

Heilsutrygdargjaldið hækkar á nýggjárinum.

Tað hevur løgtingið samtykt.

Inngjaldið hækkar 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni.

Harafturat skulu fólk enn sum fyrr gjalda 175 krónur í heilsutrygdargjaldi.

11,5 mió. kr.

Hækkingin er mett at geva landskassanum 11,5 mió. kr.

Tey, sum fáa 300.000 kr. í løn um árið, fara at gjalda 300 kr. meira í heilsutrygdargjaldi um árið.

Tey, sum fáa til dømis 500.000 kr. um árið, fara at gjalda heilsutrygd 500 kr. meira um árið.

Størsta árslønin í yvirlitinum er fimm millónir. Tey, sum fáa so góða løn, skulu lata 5.000 kr. afturat í heilsutrygdargjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389