- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarískoytið beint aftur í trivnaðarnevndina

Uppskotið um at broyta lønarískoytið til tillagað starv er farið aftur í trivnaðarnevndina hjá løgtinginum.
Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, var til triðju viðgerð í dag.
Millum aðru og triðju viðgerð fekk løgtingið skriv frá Almannamálaráðnum, hvørjar avleiðingar broytingarnar fáa.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir skeyt upprunaliga upp, at lønarískoytið skal lækka 40 prosent av lønarinntøku, sum er størri enn 2.000 kr.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælti til í sínum áliti, at lønarískoytið skal lækka 30 prosent, har lønarinntøkan er millum 2.000 og 15.000 kr., og fyri lønarinntøku, sum er størri enn 15.000 kr., skal lønarískoytið lækka 50 prosent.
Aftur í nevnd
Undir triðju viðgerð í dag skeyt Javnaðarflokkurin upp at beina málið aftur í Trivnaðarnevndina.
Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, segði, at partar av uppskotinum eiga at verða viðgjørdir nærri. Hann mælti eisini til at beina málið aftur í nevndina, og tað samtykti løgtingið einmælt.
Uni Rasmussen segði, at hann ætlar at fáa málið aftur í tingið í næstu viku.
Stór mótstøða er ímóti uppskotinum um at skerja lønarískoytið. Einstaklingar og felagsskapir hava funnist at uppskotinum, og í sambandi við triðju viðgerð í dag sendi Samtak eisini løgtinginum eitt mótmælisskriv, har heitt verður á tingfólk um ikki at skerja tey, sum hava mist sínar arbeiðsførleikar.