- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimildin longd til 1. februar
Heimildin longd til 1. februar
Løgtingið hevur samtykt uppskotið um broyting í matstovulógini

Heimildin hjá landsstýrismanninum at gera av, nær matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur, er longd til 1. februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.12.2020 - 08:51
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sleppur at avgera, nær matstovur og skeinkingarstøð skulu lata aftur og, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn.
Løgtingið samtykti í gjár uppskotið um broyting í matstovulógini. 14 atkvøður vóru fyri og 11 ímóti.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti.
Heimildin er galdandi til 1.februar næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV