- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbólkur ger tilmæli til landsstýrið
Arbeiðsbólkur ger tilmæli til landsstýrið
Ein arbeiðsbólkur skal fyri árslok siga landsstýrinum, hvat skal gerast fyri at tálma rúsevnum í Føroyum

10.12.2020 - 07:45
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur í svari til tingmannin Brand Sandoy, at landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk.
Í honum eru fólk frá Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðnum, Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Kommunufelagnum og politinum.
Arbeiðssetningurin er í tveimum. Í fyrsta lagi skal bólkurin, innan 14 dagar, koma við uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk alt fyri eitt.
Í øðrum lagi skal bólkurin koma við uppskotum um, hvat skal gerast sum frá líður. Hann skal gera eina heildarætlan um, hvussu rúsevni verða bast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV