Spyrja um handilsviðurskifti og trygdarstøðu

Spyrja um handilsviðurskifti og trygdarstøðu
Fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen, hava biðið um samráð við uttanríkisráðharran og verjumálaráðharran
Michael Aastrup Jensen og Edmund Joensen vilja hava meira at vita um handils- og trygdarviðurskifti í Føroyum
 
09.12.2020 - 16:08

Seinnapartin í morgin eru Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, boðsend í samráð at svara um føroysk handilsviðurskifti og trygdarstøðuna í Føroyum.

Føroyski fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, og Michael Aastrup Jensen, framsøgmaður í uttanríkismálum hjá Vinstraflokkinum, hava biðið um samráðið.

Edmund Joensen sigur, at verður stóri ES-marknaðurin latin upp fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar minni heftar av eysturlendskum marknaðum, hagar vit útflyta nógv. 

- Tað er av stórum týdningi, at vit fáa nýggja handilsavtalu við ES, og eg fari at biðja uttanríkisráðharran greiða frá, hvussu stjórnin ætlar at stuðla hesum máli, sum landsstýrið eisini arbeiðir við, sigur hann.

Radarin

Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen fara eisini at spyrja Trine Bramsen, verjumálaráðharra, um ætlanina at seta ein radara upp í Føroyum.

- Tað er sera týdningarmikið, at avgerðin verður tikin í samráði við landsstýrið og løgtingið, soleiðis at hon ikki bara liggur hjá donsku stjórnini, sigur Edmund Joensen. 

Hann vil hava at vita, hvussu landsstýrið og løgtingið vera við í hesi ætlan, og hvørji sivil endamál radarin kann nýtast til.

Samráðið á Christiansborg verður í morgin frá klokkan 13 til 14.30 føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389