- Tíðindi, mentan og ítróttur
CPR ger seg ikki inn á lógina um fólkayvirlit

Lógin um CPR-skránna í Føroyum ger seg ikki inn á yvirtiknu lógina um fólkayvirlit.
Lógin um CPR-skránna er donsk.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur biðið Løgtingsskrivstovuna um eitt løgfrøðiligt upprit um uppskotið um at geva føroyingum, sum búgva í Føroyum, møguleika at fáa CPR-tal.
Meirilutin í Rættarnevndini, umboðini hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um CPR.
Tað verður lættari hjá føroyskum sjúklingum, sum fara til Danmarkar at fáa viðgerð, um teir hava CPR-tal, sigur landsstýrið.
Minnilutin í Rættarnevndini, Tjóðveldi, tekur ikki undir við uppskotinum og biður løgmann taka uppskotið aftur.
Verður uppskotið, sum er eitt ríkislógartilmæli, samtykt, verður latið upp fyri, at fólkatingið lóggevur um yvirtikin málsøki, sigur Tjóðveldi.