- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilbúgvingin skal skipast í størri eindir

Kommunurnar skulu arbeiða saman um tilbúgvingina, og ein fráboðanarstøð skal stovnast.
Tilbúgvingarlógin, sum kom í 2012, skal nú dagførast.
Uppskot um broytingar er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er til 7.januar. Tá lógin kom í 2012, var endamálið fyrst og fremst at fáa í lag ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Staðfest var, at kommunurnar høvdu ábyrgdina av tilbúgvingini. Lógin er ikki dagførd, síðan hon varð lýst í 2012.
Síðani tá hava verið tveir stórir tilburðir, sum hava víst á tørvin á yvirskipaðum dagføringum, tá talan er um kreppustýring í síni heild.
Annar er eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hin er korona.
Størri eindir
Endamálið við uppskotinum nú er at tryggja, at ráðleggingin og yvirskipaða stýringin av kommunalu tilbúgvingini í hvørjum kommunalum tilbúgvingarøki fær eitt fakligt lyft.
Høvuðsbroytingin er at skipa kommunalu tilbúgvingina í størri eindir.
Kommununum verður álagt at skipa seg í níggju tilbúgvingarøki fyri 1.januar 2022.
Hetta skal gerast við sjálvbodnum samstarvsavtalum. Men eydnast hetta ikki fyri 1.januar 2022, kann landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skipa økini.
Kreppuráð
Eitt kreppuráð skal koma í staðin fyri Umsitingarráðið, og eitt átaksráð kann eisini skipast.
Broytingarnar fara at kosta 1,5 mió. kr. í íløgu og 3,5 mió. kr. í rakstri um árið til kommunalu fráboðanarstøðina.
Útreiðslurnar skulu býtast millum kommunurnar.