Sjúklingar betri rættartrygd og viðgerðartrygd

Sjúklingar betri rættartrygd og viðgerðartrygd
Uppskot um broytingar í donsku heilsulógini er farið til hoyringar
Broytingarnar skulu betra rættartrygdina hjá sjúklingum og viðgerðartrygdina
 
07.12.2020 - 09:46

Danska ”sundhedsloven”, sum kom í gildi í Føroyum í 2018, skal longu broytast.

Talan er um broytingar, sum eru gjørdar í Danmark.

Broytingarnar skulu betra rættartrygdina hjá sjúklingum og viðgerðartrygdina.

Í lógarbroytingunum eru níggju ásetingar, millum annað um sjálvsavgerðarrætt um lívfrøðiligt tilfar og genetiskar upplýsingar.
 
Tvær aðrar danskar heilsulógir skulu eisini dagførast, autorisatiónslógin og komitélógin. Tær komu báðar í gildi í Føroyum í 2013.

Komitélógin er um heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir.

Hoyringarfreistin er til 11.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389