- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin vil onga broyting hava kortini

Tað er eftir áheitan frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, at meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mælir frá at broyta tilskotstigan hjá Heilsutrygd og spara átta milliónir krónur.
Meirilutin í nevndini, Uni Rasmussen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen og Jóhan Eli Poulsen, mælir frá at broyta tilskotstigan.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, mælti fyrst til at broyta tilskotstigan.
Men hann broytti hugsan, og bað Trivnaðarnevndina um at mæla til ikki at broyta stigan.
Gevur 11,5 mió. kr.
Skotið verður upp at hækka heilsutrygdargjaldið 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni.
Harafturat skulu fólk enn sum fyrr gjalda 175 krónur í heilsutrygdargjaldi.
Hækkingin er mett at geva landskassanum 11,5 mió. kr.
Óneyðug broyting
Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um broytingar í Heilsutrygd.
Tær eru ikki neyðugar, siga tey.
Seinastu fimm árini hevur inntøkuvøksturin hjá Heilsutrygd verið størri enn útreiðsluvøksturin, siga tey og vísa til tøl frá Heilsumálaráðnum.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru á skránni fyri tingfundin í morgin.