Tilskotsstigin verður ikki broyttur

Tilskotsstigin verður ikki broyttur
Tilskotsstigin hjá Heilsutrygd verður ikki broyttur og átta milliónir krónur verða ikki spardar
 
07.12.2020 - 06:18

Tað er eftir áheitan frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, at meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mælir frá at broyta tilskotsstigan hjá Heilsutrygd og spara átta milliónir krónur.

Meirilutin í nevndini, Uni Rasmussen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen og Jóhan Eli Poulsen, mælir frá at broyta tilskotsstigan. 

Kaj Leo Holm Johannensen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, mælti fyrst til at broyta tilskotsstigan. 

Men hann broytti hugsan, og bað Trivnaðarnevndina um at mæla til ikki at broyta stigan.  

Skotið verður upp at hækka heilsutrygdargjaldið 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni.

Harafturat skulu fólk enn sum fyrr gjalda 175 krónur í heilsutrygdargjaldi.

Hækkingin er mett at geva landskassanum 11,5 mió. kr.

Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um broytingar í Heilsutrygd.

Tær eru ikki neyðugar, siga tey.

Seinastu fimm árini hevur inntøkuvøksturin hjá Heilsutrygd verið størri enn útreiðsluvøksturin, siga tey og vísa til tøl frá Heilsumálaráðnum.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru á skránni fyri tingfundin í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389